Stolin á Skála og funnin aftur í Havn

Í nátt varð ein bilur stolin á Skála.

Eigarin ringdi til løgregluna í morgun og boðaði frá, at bilurin er stolin einaferð í nátt.

Løgreglan hevur leitað eftir bilinum víðahvar og út á fyrrapartin varð hann afturfunnin á einum parkeringsplássi á Skálatrøð í Havn.

Bilurin hevði ongan skaða fingið.

Løgreglan sigur, at lyklarnir vóru í bilinum.

Tað er næstan hvøra ferð, at ein bilur verður stolin, at lyklarnir sita í, ella liggja í handskarúminum, ella onkra aðrastaðni í bilinum, sigur løgreglan.

Tað er ikki lógligt at lata lyklarnir liggja í bilinum og tað kostar eina bót til eigaran.

Annars hevur tað verið stak friðarligt um vikuskiftið, sigur løgreglan.