Í gjár eftirlýsti løgreglan ein bil - ein bláan KIA Ceed - sum hvarv á Íslandsvegnum í Havn fyrrapartin í gjár.
Tíðliga í morgun visti løgreglan at siga, at bilurin er funnin aftur, og hann er funnin aftur í Klaksvík.
Í morgun, tá vit høvdu vaktleiðaran í telefonini, var løgreglan júst í holt við at kanna bilin.
Óvist er, hvussu tann, sum fór avstað við bilinum í Havn í gjár, hevur fingið fatur í lyklunum til bilin.
Í samband við eftirlýsingina, takkar løgreglan fyri hjálpina at finna bilin aftur.