Stolin bilur farin útav

Eingin visti nakað at siga um bilin, sum var farin út av vegnum við brúnna um Streymin. Mánadagin vórðu teir hjá P/F Wenzel varugir við, at tað var teirra bilur, sum onkur hevur tikið úr túninum hjá bilasøluni

Tá fólk komu til brúnna um Streymin sunnumorgunin, sóu tey ein bil liggja við síðuna av vegnum sunnanvert brúnna, Streymoyarmegin.

Hann var ikki serliga vakur á at líta, har hann lá, við brotnum bakhjóli høgrumegin. Hann hevði eisini aðrar snuddir, og skelti skamt frá bilinum gav ábendingar um, at bilførarin hevði mist tamarhaldið á bilinum og var síðani farin út av vegnum.

Løgreglan mundi kortini hava verið á staðnum, tí bilurin hevði ongar nummarplátur. Men so var ikki. Tá Sosialurin ringdi til løgregluna visti eingin nakað um hetta óhappið.

? Men tað er ikki fyrstu ferð, at eitt óhapp er hent, uttan at vit fáa boð um tað, segði løgreglumaðurin og legði afturat, at ein orsøk til tað kundi vera, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka og tí ikki vildi í samband við løgregluna.

Tí ber ikki til at siga, nær bilurin er farin út av, hví og hvussu tað er hent.

Men mánadagin varð gátan um bilin loyst. Á bilasøluni hjá P/F Wenzel í Havn, vórðu teir brádliga varugir við, at ein bilur vantaði í túninum, og hesum boðaðu teir løgregluni frá.

? Júmen, so kann tað vera, at tit eiga tann bilin, sum stendur við síðuna av vegnum norðuri við brúnna, segði løgreglumaðurin.

Og so var. Tá stellnummarið á bilinum var kannað, vísti tað seg, at tað var bilurin, sum P/F Wenzel saknaði.

Onkur hevur tískil verið í túninum hjá bilasøluni um vikuskiftið og tikið bilin. Síðani hevur hann koyrt norður gjøgnum Sundalagið til hann hevur mist tamarhaldið á bilinum, og er farin út av vegnum.

Og so er tað kanska lættari at skilja, hví løgreglan einki visti um ferðsluóhappið ...