Stolin bilur

Um vikuskiftið varð ein bilur stolin av Bilasøluni hjá Wenzil. Løgreglan steðgaði bilinum aftur í Kaldbaksbotni, og tað vísti seg, at ein 17 ára gamal drongur hevði tikið bilin. Hann verður ákærdur fyri stuldur og fyri at hava koyrt uttan at hava nakað koyrikort.
Annars letur løgreglan væl at vikuskiftinum. Ovastevna hevur verið um vikuskiftið, og har hevur verið rættiliga friðarligt, tá hugsað verður um tey mongu fólkini, sum hava vitjað í Nólsoy. Ein árabátur varð tó tikin av Skálatrøð, men hann var eisini funnin aftur har niðri, bara á einum øðrum stað. Somuleiðis hevði onkur roynt at sloppið sær avstað við einum glastrevjabáti. Hurðin var brotin og eisini ein rútur. Startlásið varð eisini brotið, men tað hevur ikki eydnast gerningsmanninum at sleppa avstað við bátinum.
Ein hevði fingið nevan frammaná úti íNólsoy, og har hevur løgreglan fingið upplýst, hvør hin parturin var.