Í Argja Bóltfelag hava tey ætlað at selja fýrverk í ár fyri at útvega felagnum pening at arbeiða við. Í hesum sambandi hava tey bílagt eina rúgvu av fýrverki, sum stóð í eini bingju uppi við AB húsið Men tá ið tey skuldu fara at selja í dag, varnaðust tey, at onkur hevur brotið bingjua við fýrverkið upp og hevur stolið fýrverk fyri einar 7.000 - 8.000 krónur. Løgreglan sigur, at heingilásið á bingjuni er klipt upp og so hava tjóvarnir stolið inn undir seg. Innbrotið hevur verið í nátt og so hava tey varnast tað í morgun. Tað er ein smeitur fyri felagið og løgreglan kannar í løtuni málið, men hava ikki funnið útav, hvør tjóvurin er.
|