Stolið nógvar pengar á Viðareiði

- Innbrot og stuldur vindur uppá seg, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Í gjárkvøldið ringdi telefonin hjá løgregluni og fráboðað var ein heldur óvanlig hending í Føroyum. 

 

Á Viðareiði hevur onkur brotið inn í eitt hús og sambært húsfólkinum stolið nógvar pengar. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini veit ikki so nógv um málið enn, tí kriminaldeildin hjá løgregluni er farin til Viðareiðis at kanna hendingina í morgun, og tí verður einki at frætta fyrr enn seinnapartin. 

 

Seinastu vikurnar hava vit hoyrt um fleiri tilburðir við stuldri av smærri og størri slag. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini váttar, at tað er ein vaksandi trupulleiki, at fólk bróta inn og stjala her heima í Føroyum. Hvør orsøkin er, er ilt at siga, sigur vakthavandi. 

 

Meira um málið seinni í dag.