Seinastu vikurnar hava verið óvanliga nógv innbrot í Vágum, og hetta vikuskiftið hava aftur tvey verið.
Leygarmorgunin varnaðust grannar, at óbodnir gestir høvdu verið í einum húsum, sum stóðu tóm.
Rúturin í høvuðshurðini var brotin.
Politiið heldur ikki, at har er stolið nakað, men tann ella tey, sum hava verið inni og rótað í skápum og skuffum.
Í morgun kom ein nýggj fráboðan um innbrot í Miðvági.
Maðurin varnaðist innbrotið, tá ið hann kom heim úr útlondum.
Ein rútur í einum vindeyga varð tikin úr.
Í hesum førinum hava tjóvarnir verið í frystiboksini og tikið turt og ræst kjøt, og haraftrat hava teir tikið nakað av peningini.
Politiið veit ikki, um nakað samband er millum hesi bæði innbrotini og tey undanfarnu.