Stolið listaverk funnið aftur í bussi

Kent listaverk var funnið aftur undir sermerktum umstøðum

Listaverkið »Kórsangararnir« eftir kenda franska listamannin Edgar Degas var fyri 9 árum síðani stolið av einum savni í býnum Marseille. Nú um dagarnar kom verkið undan kavi aftur.

CNN skrivar, at franskir tollarar kannaðu ein buss, sum stóð parkeraður á einum parkeringsplássi uttan fyri París, og tá funnu teir eitt kuffert við heldur sermerktum innihaldi. Í kuffertinum var eitt verk, sum var signerað »Degas«, og einki av ferðafólkunum segði seg eiga kuffertið.

Nærri kanningar staðfestu, at verkið var »Kórsangararnir« hjá Degas, sum verður mett at verða vert umleið seks milliónir krónur.

Franska løgreglan hevur ikkki greitt frá, hví tey halda, at verkið var í bussinum.