29 limir í einum veddingarklubba í belgiska býnum Mouscrois vóru ovurfegnir seinasta fríggjakvøld. Drigið varð um 27 milliónir evrur í spælinum Euro Million, og tá avtornaði, vóru tølini hjá klubbanum drigin. Sostatt høvdu limirnir vunnið 900.000 evrur ella góðar seks mió. krónur í part. Men gleðin gjørdist stokkut, tí tað vísti seg, at ein kvinna, sum skuldi fylla veddingarseðilin út fyri klubban, hevði brúkt onnur tøl enn tey, sum klubbin altíð plagdi at brúka. Hini vóru í øðini, og ein teirra sigur við BBC, at hon fer ongantíð at fyrigeva kvinnuni.










