Stoitckov: Barcelona oyðileggur Suarez

Hristo Stoitckov hevur ikki blíð orð um gamla felagið hjá sær

Leiðslan í katalanska stórfelagnum, FC Barcelona fær eina breiðsíðu fyri, og aðra eftir í hesum døgum.

 

Seinasta álopið kemur frá gomlu álopsstjørnuni, bulgarska stórspælaranum, Hristo Stoitckov, sum skeyt 77 mál fyri FC Barcelona í 151 dystum fyri felagið, árini 1990 til 1995. 

 

Í einari samrøðu við spanska blaðið "La Cope" gevur Hristo Stoitckov katalanska stórfelagnum skyldina fyri málturkin hjá uruguayanska, Luis Suarez, sum bara hevur skotið eitt mál fyri FC Barcelona í La Liga hetta kappingarárið. - Tað er ikki Suarez, sum hevur skyldina av hesum málturkinum. Barcelona er í holt við at oyðileggja Luis Suarez júst, sum teir gjørdu tað við Zlatan Ibrahimovic og Samuel Eto´o, sigur ein bersøgin Hristo Stoitckov við "La Cope". - Eg ávarðaði Suarez áðrenn hann fór til Barca, at øll fóru at gera lívið torført fyri hann. Vit ynska væl ikki Barcelona aftur til støðuna, tá teir vunnu liguna við Louis van Gaal við róðrið, tá bara 13.000 áskoðarar møttu til dystirnar á Camp Nou vegna væntandi undirhaldsvirði, slær bulgarska fótbóltsstjørnan fast.

 

Hristo Stoitckov heldur eisini, at FC Barcelona eigur at gera alt fyri at halda Lionel Messi í felagnum, sum Hristo Stoitckov metir verða heimsins besta fótbóltsspælara. Hristo Stoitckov heldur, at Lionel Messi eigur at enda sína yrkisleið í FC Barcelona.