Edmund Stoiber, hevði nóg mikið við at verja seg, tá víðgongd vinstrasinnað mótstøðufólk tveittu egg eftir honum í Hamburg hóskvøldið.
Løgreglan noyddist at leggja uppí, og fýra fólk vórðu tikin.
Mótmælisfólkini róptu ókvæmisorð eftir Stoiber. Tey hildu, at Týskland hevur havt nóg nógvar vanlukkur í seinastuni, og at fólkinum tørvar ikki Stoiber oman á alt tað, sum hevur verið.