Stoffalág: Bíðilistin er langur

– Tað eru 13 ung á bíðilista júst nú, men hetta er ikki ein álítandi bíðilisti, tí hesin umboðar bert tey, ið vita um viðgerðarstovnin. Tað eru mong, sum hava tørvin men ikki hava hoyrt um tilboðið. Bíðilistin kundi lættliga verið fleirfaldaður, sigur Oddbjørg Johansen, leiðarin í bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág, sum er einasti av sínum slagi í landinum

Í bú- og viðgerðarstovnininum í Stoffalág í Havn kennir starvsfólkið nógv til ADHD. Heimið lat upp fyri knøppum fimm árum síðani, og hesi árini hava fleiri ung fólk við millum annað ADHD búð á stovninum. Summi hava fingið staðfest ADHD, áðrenn, tey komu í Stoffalág, og onnur hava fingið tað staðfest, meðan tey hava búð har.

Oddbjørg Johansen, leiðari á bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág greiðir frá, at Stoffalág er einasta tilboði av slíkum slag í Føroyum. Á heiminum er pláss fyri fimm ungum gentum, og fleiri eru á bíðilista.

– Tað eru 13 fólk á bíðilista júst nú, men hetta er ikki ein álítandi bíðilisti, tí hesin umboðar bert tey, ið vita um viðgerðarstovnin. Tað eru mong, sum hava tørvin men ikki hava hoyrt um tilboðið. Bíðilistin kundi lættliga verið fleirfaldaður, heldur hon.

Hesum tekur forkvinnan í ADHD felagnum, Bjørg Dam, undir við.

– Tað eru fá, sum vita av hesum stovninum. Almannaverkið kunnar ikki foreldur og avvarandi um hetta tilboðið, og foreldur fáa ikki vegleiðing í hesum. Har er bíðitíð, men tørvurin er nógv størri enn tey fimm plássini, sum eru tøk og tey 13, sum eru á bíðilista, sigur Bjørg Dam.

Oddbjørg Johansen heldur tað vera harmiligt, at so lítið verður kunnað um júst hetta tilboðið við bú- og viðgerðarstovni, tí øll hava rætt til at søkja og koma á bíðilistan. Síðani verður støða tikin út frá tí einstaka, og tey, sum tørva bráðhjálp sleppa fyrst framat.

– Tilboðið er avmarkað til í mesta lagi trý ár, men tey flestu búgva har styttri enn tað, sigur hon og leggur aftrat, at tey ungu flyta regluliga  bæði inn og út. Tað er sum aloftast onkur, sum er á veg út og onkur, sum er á veg inn samstundis. Tað er positivt, tí so síggja tey ungu fólkini eisini, at tað ber til at koma seg so mikið væl, at tey kunnu liva eitt vanligt lív sum onnur ung, sigur Oddbjørg Johansen.

Oktober er ADHD Awareness month, sum er eitt afturvendandi altjóða tiltak har feløg, stovnar, einstaklingar og onnur varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD. Tí varpa vit í Sosialinum eisini ljós á evnið hendan mánaðin, og í Vikuskiftis Sosialinum ber til at lesa longri grein um evnið og annað áhugavert um ADHD.