STØRSTU ÍLØGURNAR TIL ÚTSTYKKING

Hvannasunds kommuna er millum tær fáu í landinum, har foreldur ikki skulu rinda fyri at fáa børn síni ansað, og her hevur bygdaráðið samtykt, at henda skipan heldur fram – eisini í komandi ári

Íløgurnar, sum Hvannasunds kommuna hevur samtykt at gera í komandi ári, snúgva seg í høvuðsheitum um framhald av útstykkingarætlanini Und­ir Gerðhamri, umframt at kom­ munan ætlar at gera nakrar aðrar smærri dagføringar í árinum.

 

Inntøkurnar hjá Hvannasunds kommunu fyri 2024 eru mettar til stívliga 24 miljónir krónur, og rakstrarútreiðslurnar eru við meirvirðisg jaldi mettar til stívliga 20,5 miljónir krónur.

 

Samtykt er, at skattaprosent og barnafrádráttur verða óbroytt næsta ár og verða ávikavist 19,75 prosent og 7.000 krónur.

 

Rentustuðul og renta eru mett til 300.000 krónur, og settar av til íløgur eru stívliga 3,2 miljónir krónur.­ Íløgur verða gjørdar vega­gerð til útstykking, nýgerð og umvælingar av bygningum hjá kommununi, gøtuljósum og fríðkan. Harumframt er eisini kommununar partur av íløgu til eldrasamstarvið í Norðoyggjum.

 

Hvannasunds kommuna er millum tær fáu í landinum, har foreldur ikki skulu rinda fyri at fáa børn síni ansað, og her hevur bygdaráðið samtykt, at henda skipan heldur fram – eisini í kom­andi ári.