Størsti einstaki sáttmáli nakrantíð

- Vit fegnast um sáttmálan við SEV, sigur stjórin á Tangavirkinum í Vági, Mortan Mortensen

Tangavirkið í Vági og SEV skrivaðu í summar undir sáttmála um umfatandi arbeiði á Vágsverkinum. Talan er um higartil størsta sáttmála hjá Tangavirkinum. Sáttmálin fevnir um rørarbeiði, HVS og luftskipan til nýggja motorin - M4 - ið verður settur upp á Vágsverkinum.

 

- Tangavirkið hevur longu gjørt ein part av útbyggingunum á Vágsverkinum, og veitarin í Vági hevur eitt nú flutt gamla dagtangahúsið, eins og Tangavirkið eisini veitir nýggju dagtangarnar til Vágsverkið.

 

SEV vísir á, at dagtangahúsið hýsir tangunum, ið dagliga lata motorunum viðgjørda olju. Talan er um eina sjálvvirkandi oljuskipan millum stóru oljugoymslurnar, dagtangarnar og motorarnar á verkinum.

 

Umbyggingarnar á Vágsverkinum, sum fara at kosta umleið 82 miljónir krónur, fóru í gongd í fjør. Verkætlanin fevnir eisini um maskinhøll til nýggja motorin og aðrar bygningar.

 

Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum, fegnast um sáttmálan, sum fyritøkan í Vági hevur gjørt við SEV. Felagið hevur í løtuni 18 fólk í starvi, tá øll eru tald við, og her eru 5-6 lærlingar, har onkur verður liðugt útbúgvin nú um dagarnar.

 

Stjórin sigur, at arbeiðið, sum Tangavirkið ger fyri SEV, er rættiliga stórt og umfatandi, og hann væntar, at tað verður hetta, sum fer at upptaka meginpartin av arbeiðsorkuni hjá teimum tað, ið eftir er av hesum árinum.

 

- Men, vit fara eisini at hava fólk til aðrar uppgávur. Vit hava nógv jørn í eldinum, og eitt nú framleiða vit nógvar tangar, men tað er greitt, at arbeiðið fyri SEV á Vágsverkinum fer at fylla nógv teir næstu mánaðirnar.

 

Mortan Mortensen sigur, at umframt at leggja einar 1100-1200 metrar av rørum, skal Tangavirkið gera einar átta rustfríar tangar í samband við nýggju instalatiónirnar.

 

- Ein so stór verkætlan gevur okkum stabilitet, men tá vit eru eitt fleksibult virki, sum arbeiðir á nógvum ymiskum mótum, fara vit eisini at hava ymiskt annað virksemi og framleiðslur, meðan vit loysa stóru uppgávuna og verkætlanina fyri SEV, sigur stjórin á Tangavirkinum.

 

Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í Føroyum mánadagin, hevur hesaferð vitjað í Suðuroy.