Slovakiski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, har tað alla tíðina hevur regnað, men har líkindini at spæla fótbólt annars eru góð.
Máltalvan vísir 0-3. Hetta er størsta føroyska tapið í hesi EM undankappingini, og hetta er størsta tap síðani 15. oktober 2013, tá ið Eysturríki fór úr Føroyum við 3-0 sigri.
Rumenska liðið vísti seg at vera so snilt og trygt, sum rumensku spælararnir so mangan hava víst seg at vera ímóti føroyingum.
Føroyska liðið spældi seg til ein heilt stóran møguleika. Tað var beinanvegin eftir steðgin, tá ið Hallur Hansson eftir innkast í vinstru var púra leysur frammanfyri málverjan, sum vann tvídystin.
Rumenia legði øgiliga bragdliga fyri, og eftir fýra minuttir skoraðu teir. Órógv var í føroyska verjupartinum. Odmar Færø var skaddur uttanfyri vøllin, tá ið fríssparkið varð lagt upp á tvørs, og bóltin varð av brotsteigarmarkinum settur flatt inn við stólparótini.
Í yvirtíðini í 1. hálvleiki fingu føroyingar orduligan bakkaluðara, tá ið skot av síðulinjuni og næstan mitt á føroysku hálvuni fór dygst undir nærru samankomingini og í handara síðunetið. Hetta var eftir stórt mistak í føroyska uppspælinum, og føroyski málverjin sá út til at rokna við, at talan fór at vera um innlegg.
Fram ímóti dystarenda var aftur talan um mistak frammanfyri føroyska brotsteigin, sum endaði við 3-0 málinum.
Síðstu løtuna fegnaðust rumensku spælararnir á og uttanfyri vøllin um, at Rumenia nú hevur kvalifiserað seg í EM endaspælið i Fraklandi næsta summar.
Føroyar-Rumenia 0-3 (0-2)
11. oktober 2015 klokkan 17.00
EM undankappingardystur á Tórsvølli
Dómarabókur úr Slovakia: Ivan Kružliak, Martin Balko, Tomaš Somolani, Tomaš Mokoš,Peter Kralović og Mário Vlk.
0-1: Constantin Budescu 4.
0-2: Constantin Budescu 45+1.
0-3: Alexandru Maxim 83.
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, liðformaður, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (Rógvi Baldvinsson, 84.), Gilli Rólantsson – Sølvi Vatnahmar (Árni Frederiksberg, 69.), Hallur Hansson– Kaj Leo í Bartalsstovu , Brandur Hendriksson Olsen, Christian Lamhauge Holst (Andreas Lava Olsen, 69.) – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Viljormur Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Róaldur Jakobsen, Klæmint A. Olsen, Erling Jacobsen og Rene S. Joensen
Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson og Odmar Færø
Venjari: Lars Olsen
Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen
Rumenia: Ciprian Tătăruşanu - Alexandru Măţel, Vlad Chiricheş, Dragoş Grigore, Răzvan Raţ, liðformaður - Adrian Popa, Ovidiu Hoban, Gabriel Torje (Alexandru Maxim, 78.) - Constantin Budescu (Andrei Prepeliţă, 88.), Bogdan Stancu (Denis Alibec, 90.), Mihai Pintilii
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silviu Lung, Costel Pantilimon, Paul Papp, Cosmin Moţi, Alexandru Chipciu, Steliano Filip, Lucian Sânmărtean, Florin Andone, Claudiu Keșerü
Gult kort: Gabriel Torje
LIÐUGT
0-3
90+1) 0-3
Tað er stórur fagnaður á rumenska beinkinum, nú Rumenia hevur spælt seg í EM endaspælið í Fraklandi næsta summar.
90) 0-3
2 minuttir lagdir aftrat.
89) 0-3
Eftir innlegg úr vinstru er um reppið, at Kaj Leo í Bartalsstovu verður leysur í høgru, men tað endar við horna, tí málverjin verjir bóltin av vøllinum.
Síðsta rumenska skiftingin: Alibec verður settur á vøllin í staðin fyri Stancu.
Eftir hornasparkið dømir dómarin fyri frísparki til Rumenia.
88) 0-3
Tvífaldi málskjúttin Budescu fer av vøllinum, og í hansara stað verður Prepeliţă settur á vøllin.
86) 0-3
Rumensku spælararnir geva føroyingunum loyvi at samanspæla uttan at tað er vandamikið.
84) 0-3
Rógvi Baldvinsson avloysir Sonna Ragnar Nattestad, sum fer skaddur av vøllinum.
82) 0-3
0-3: Maxim
Brandur Hendriksson er óheppin, tá ið hann missir bóltin dygst uttanfyri føroyska brotsteigin, og eftir eina sending er Maxim úr Stuttgart púra leysur, tá ið hann leggur bóltin framvið Gunnari Nielsen.
81) 0-2
Føroyingar kringseta brotsteigin, og eftir innlegg frá Kaj Leo í Bartalsstovu roynir Andreas Lava Olsen seg við stútara, sum hálvkiksar, og bólturin fer framvið málinum.
79) 0-2
Odmar Færø sær gult fyri stórt fríspark mitt á føroysku hálvuni. Ivaleyst var talan um hevnisøku, tí dómarin, linjudómarin og máldómarin ikki sóu, at fríspark varð framt ímóti Jónasi Tór Næs, ið var um at leggja innfyri úr høgru.
77) 0-2
Maxim avloysir Torje hjá Rumenia.
75) 0-2
Føroyski hugburðurin er framvegis góður, men tað er øgiliga torført, tí rumensku spælararnir eru so knáir.
74) 0-2
Eftir langt føroyskt innkast í vinstru frá Gilla Rólantssyni fer Rumenia í skjótt horna, og eftir flatt skot bjargar Gunnar Nielsen sera væl til horna í vinstrum og tí spyrst einki burturúr.
73) 0-2
Gott føroyskt álop, sum endar við, at Jónas Tór Næs leggur innfyri, og tað verður blokerað til horna í høgru.
72) 0-2
Rumenarnir hava fult og heilt tak á spælinum. Teir eru framúr bólttryggir, og føroyingarnir renna aftaná.
70) 0-2
Jóan Símun Edmundsson, sum nú er fluttur í høgru, leggur innfyri, men tað spyrst einki burturúr. Andras Lava Olsen er nú fremsti maður.
Hallur Hansson sær gult.
69) 0-2
Christian Lamhauge Holst fer av vøllinum fyri síðstu ferð, og í hansara stað verður settur Andreas Lava Olsen. Árni Frederiksberg verður fyri fyrstu ferð settur inn á landsliðið. Hann avloysir Sølva Vatnhamar.
68) 0-2
Tvær skiftingar verða fyrireikaðar: Andreas Lava Olsen og Árni Frederiksberg gera seg klárar at fara á vøllin. Føroyingarnir gera nógv mistøk í løtuni.
66) 0-2
Rumenia hevur fríspark í høgru, og Gunnar Nielsen boksar burtur eftir innleggið.
65) 0-2
Tað kennist, at føroysku spælararnir eru farnir at troyttast, og nú hevði tað komið væl við, um onkrar skiftingar vórðu gjørdar á føroyska liðnum.
64) 0-2
Í løtum sær samanspælið gott út, men hvørja ferð føroysku spælararnir eru óneyvir við sendingum, verður tað heilt vandamikið í hinum endanum.
61) 0-2
Eftir fínt uppspæl frá fína Jóan Símuni Edmundsson rekur Kaj Leo í Bartalsstovu inn úr høgru, áðrenn hann smekkar til, men bólturin fer flatt og dygst framvið stólparótini. Málverjin hevði fingrarnar á, men eingin av mongu dómarunum sá tað!
59) 0-2
Einki spyrst burturúr, tá ið Christian Lamhauge Holst tiltuskar sær fríspark í vinstru. Higartil hava royndirnar í sambandi við deyðbóltar ikki verið neyvar.
58) 0-2
Nú var um reppið, at rumensku spælararnir øktu um leiðsluna, men tað endaði við horna í høgru, sum einki spurdist burturúr.
57) 0-2
Jónas Tór Næs roynir við longum innkasti í høgru, men tað spyrst einki burturúr. Tað hevði komið væl við, um tað hevði eydnast at minka um munin. Í løtuni røkist einki fyri tí.
55) 0-2
Tað er sera vandamikið, at føroysku spælararnir missa bóltin í uppspælinum. Hesaferð var tað Christian Lamhauge Holst, sum misti bóltin á miðstrikuni. Eftir tríggjar sendingar royndi Hoban seg mitt fyri og úr 17 metrum, men bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið.
53) 0-2
Kaj Leo í Bartalsstovu dregur inn úr høgru, og tá ið hann smekkar til úr stórari fjarstøðu verður bólturin blokeraður til horna. Eftir innleggið spyrst málspark burturúr.
51) 0-2
Gunnar Nielsen er ikki sannførandi, tá ið hann spælir út aftur, eftir at Gilli Rólantsson hevði lagt aftur til hansara.
49) 0-2
Brandur Hendriksson kennist vera skaðadarvaður.
47) 0-2
Føroyingar høvdu risa møguleika eftir langt innkast í vinstru, tá ið Hallur Hansson varð púra, púra leysur, men málverjin vann tvídystin. Nógv størsti føroyski møguleikin higartil í dag!
46) 0-2
Føroyingarnir geva bóltin upp.
Spælararnir eru komnir á vøllin aftur, og Odmar Færø er framvegis á føroyska liðnum.
HÁLVLEIKUR
0-2
Føroysku spælararnir munnu kenna hetta vera dygt slag í andlitið, nú teir eru farnir at rinda møðina og leggja ráð um, hvussu tað skal farast fram eftir steðgin. Spurningurin er, um Odmar Færø verður førur fyri at spæla meiri.
Rumenia skoraði beinanvegin, tá ið føroyska verjuspælið var óskipað, og Odmar Færø var uttanfyri vøllin. Føroyska liðið fótaði sær væl, men í síðstu sekundunum økti Rumenia um leiðsluna. Eftir tvey snópislig mál er brekkan hjá føroysku spælarunum sera brøtt.
45+1) 0-2
0-2: Budescu
So var 2-0 eftir fleiri føroysk kiks. Fyrst stútaði Jónas Tór Næs upp á tvørs, og so royndi Budescu seg av síðulinjuni í høgru. Bólturin fór dygst inn undir nærru samankoming. Gunnar Nielsen sá ikki heilt sakleysur út, men tað var ivaleyst torført, tí tað sá út til at vera talan um innlegg.
Budescu er tvífaldur málskjútti.
44) 0-1
Nú var tætt við, men tíbetur veittraði linjudómarin fyri rumenskari rangstøðu.
44) 0-1
Nú ræður um at halda tørn fram til steðgin. Ferðin er ikki so høg, sum hon var fyrstu løtuna, men rumensku spælararnir eru støðugt vandamiklir, tí teir eru skjótir og sera bólttryggir.
41) 0-1
Sera gott føroyskt álop í høgru, har Kaj Leo í Bartalsstovu er væl upplagdur. Nú endaði tað við innleggi frá Jónasi Tór Næs, men bólturin sigldi út av baklinjuni í handara borði.
40) 0-1
Hallur Hansson steðgar skjótum rumenskum álopi í høgru. Tað sá heilt vandamikið út.
39) 0-1
Jónas Tór Næs hevur mist kontaktlinsu, og tað verður ornað í sambandi við innkast í høgru.
37) 0-1
Eitt sindur av ófriði er yvir føroyska spælinum, men kortini eydnast tað at pressa fram í høgru, har Jónas Tór Næs nú var fremsti maður!
35) 0-1
Tað gongur skjótt. Nú hevur Kaj Leo í Bartalsstovu tiltuskað sær horna í høgru. Hann leggur flatt innfyri, Odmar Færø snittar víðari, og Sonni Ragnar Nattestad er óheppin at stýra bóltin skeivu megin stólpan.
34) 0-1
Føroyska spælið hongur ikki saman soleiðis, sum tað gjørdi eina løtu. Nú royndi Torje seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór dygst framvið stólparótini.
32) 0-1
Odmar Færø gevur boð út á beinkin um, at hann ikki er førur fyri at spæla meiri. Ivaleyst hevur hann brákað rivjabein. Erling Jacobsen og Rógvi Baldvinsson hita upp. Hin miðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, hevur eisini verið skaddur, men hann er framvegis á fótum.
31) 0-1
Nú vóru heimamenninir heilt tætt við, tá ið Brandur Hendriksson sneiddi seg leysan mitt fyri, men dómarin bríklsaði fyri frísparki.
30) 0-1
Nú var um reppið, at rumenarnir øktu um leiðsluna. Popa sneiddi seg leysan í høgru, men úr góðari støðu sendi hann framvið handara stólpa.
30) 0-1
Føroysku miðverjarnir sparka í løtuni ov nógv fram í ongamannaland.
28) 0-1
Sera ágrýtni Jóan Símun Edmundsson tiltuskar Føroyum innkast heilt har frammi í høgru eftir framlegging frá Odmari Færø. Jónas Tór Næs kastar langt, men tað endar við innkasti til Rumenia.
25) 0-1
Rumensku spælararnir eru sannir bóltsnillilngar, og teir duga væl at samanspæla bæði stutt og langt. Hetta ber við sær, at føroysku spælararnir eru noyddir at renna nógv. Spurningurin er, hvussu tað fer at síggjast aftur seinni í dystinum, tá ið møðin fer at merkjast. Føroysku amatørarnir spældu jú hóskvøldið í Ungarn.
22) 0-1
Eftir diagonalsending úr vinstru og innlegg úr høgru var um reppið, at rumenski álopsspælarin var leysur við handara stólpa, men Odmar Færø toygdi seg og sendi bóltin burtur við høvdinum.
20) 0-1
Føroyingar hava rættiliga fingið fatur á spælinum. Hvítklæddu føroyingarnir vísa sjálvsálit. Teir tora at hava bóltin, og teir bjóða seg til í samanspælinum.
19) 0-1
Eftir fínt skot frá Halli Hansson bjargar málverjin til horna í vinstru. Brandur Hendriksson leggur innfyri, men tað endar við málsparki til Rumenia.
18) 0-1
So sá Torje gult kort fyri fríspark ímóti væl upplagda Kaj Leo í Bartalsstovu.
17) 0-1
Eftir hornakombinatión í vinstru og innlegg endar tað við horna í høgru til Føroyar.
16) 0-1
Horna í vinstru spyrst burturúr frísparkinum hjá Brandi Hendrikssyni.
15) 0-1
Nú er fríspark ímóti Christian Lamhauge Holst uttanvert brotsteigin. Føroyingar vilja hava dómaran at vísa gula kortið, men tað vil hann ikki.
14) 0-1
Slovakiski dómarin er ikki heimadómari. Nú var fríspark gjørt ímóti Halli Hansson, sum væl kundi givið gult kort til rumenska liðið.
13) 0-1
Brandur Hendriksson leggur við frísparki bóltin til Gilla Rólantsson, sum smekkar til, og umvegis Jóan Símun Edmundsson verður tað vandamikið, men málverjin bjargar.
12) 0-1
Endiliga eydnaðist tað Føroyum at fáa sær samanspæl á rumensku hálvuni. Fríspark í vinstru til Føroyar.
11) 0-1
Tað er sjáldan, at føroyska liðið hevur verið undir sovornum trýsti sum fyrstu løtuna. Nú lætti eitt veit, tá ið Hallur Hansson tiltuskaði sær fríspark mitt á føroysku hálvuni.
10) 0-1
Rumenia hevur tiltuskað sær fyrsta horna í høgru og so horna í vinstru.
09) 0-1
Tað liggur eitt mál aftrat í luftini. Innleggini flúgva um oyrini á Gunnari Nielsen!
08) 0-1
Brekkan kennist brøtt, nú Rumenia hevur lagt seg framum, og nú Sonni Ragnar Nattestad hevur sæð gult. Rumenska liðið er ógvuliga ágangandi og tykist ætla sær at avgera beinanvegin.
06) 0-1
Málið var stórur skelkur. Odmar Færø var uttanfyri vøllin, tá ið rumenarnir skoraðu, og nú sá Sonni Ragnar Nattestad gult fyri fríspark í høgru.
04) 0-1
0-1: Budescu
Eftir frísparkskombinatión var ikki rætt talt upp í føroysku verjuni, og við innaru síðu setti Budescu bóltin flatt inn við stólparótini.
03) 0-0
Odmar Færø og ein av rumensku spælarunum liggja á vøllinum eftir samanbrest. Rumenia fær fríspark úr 28 metrum, og Erling Jacobsen, sum er kallaður inn undan dystinum, hitar upp.
02) 0-0
Føroyar leypa á við nógvum fólki, og tað er gott samanspæl frammanfyri rumenska brotsteigin.
01) 0-0
Rumenia gevur bóltin upp.
Jóan Símun Edmundsson verður beinanvegin leysur mann ímóti manni, men tá ið hann roynir seg úr 20 metrum fer bólturin framvið málinum.
Tað sirmar, men annars eru líkindini at spæla fótbólt góð á Tórsvølli, nú tjóðsangirnir verða spældir.
Undan dystarbyrjan vórðu Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst fagnaðir. Teir biðja báðir farvæl í dag.
Fjepparafelagið Skansin hevur í dag vald Toda Jónsson sum besta føroyska landsliðsspælaran síðani 1990.
Føroyska liðið: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Rólantsson – Sølvi Vatnahmar, Hallur Hansson– Kaj Leo í Bartalsstovu , Brandur Hendriksson Olsen, Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Viljormur Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Róaldur Jakobsen, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Erling Jacobsen, Rógvi Baldvinsson, Rene S. Joensen og Andreas Lava Olsen.