Umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, fyrireikar seg nú til eitt umfatandi tiltak í Føroyum, sum skal vara í alt summar.
Men tað ger løgreglan í Føroyum eisini. Umboð fyri Sea Shepherd komu til Føroyar í gjár og her hava tey biðið um fund við løgregluna.
Endamálið við fundinum er at kunna løgregluna um tiltøkini, ætlanin er at seta í verk í Føroyum
Les eisini: Limir í Sea Shepherd komnir til Føroya
Tann fundurin var í morgun og Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, sigur, at umboðini fyri Sea Shepherd boðaðu frá, at átakið í summar verður tað mest umfatandi ímóti grindadrápi nakrantíð.
Sea Shepherd ætlar at vera í Føroyum í heilar 16 vikur, frá juli til oktober og endamálið er at steðga grundadrápinum í Føroyum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Peter Thaysen greiða frá fundinum í morgun, um ætlanirnar hjá felagsskapinum og um fyrireikingarnar hjá løgregluni.
|










