Størsta løtan var tá bróðursonurin fekk silvur til EM

- Tað var ein serstøk løta, tá Merkið varð hivað upp undir loftið í hesi mannfyltu høll, tá Pál Joensen fekk silvurtil EM í Herning, sigur Hans í Líðini.

 

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Tá vit á Rock Trawldoors fingu tann fyrsta ordran upp á lemmar úr Ruslandi eftir at hava arbeitt við hesum í seks ár. Síðani eru fleiri komnir.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Størsta persónliga uppliving í 3013 var, tá eg saman við konuni og øðrum upplivdi at vera hjástaddur, tá Pál, bróðursonurin, fekk silvur í EM í Herning. Tað var ein serstøk løta, tá Merkið varð hivað upp undir loftið í hesi mannfyltu høll.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Tíðin frá hálvum juli til fyrst í september 2013 var so lítið at gera hjá okkum, og tí var hetta ringasta tíðarskeiðið í 2013.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Eg ynski mær nógv arbeiði í 2014, og at onkrar av okkara ætlanum verða settar í verk so skjótt sum gjørligt í 2014, sigur Hans í Líðini.