Størsta frambrot síðan Tjaldur í Grimsby

– Søla og marketing hava altíð verið veik lið hjá okkum føroyingum. Keypið av Larsen Seafoods er eitt risalop frameftir – djarvt og rætt hugsað, heldur Johan Mortensen

– Søla og marketing hava altíð verið veik lið hjá okkum føroyingum. Keypið av Larsen Seafoods er eitt risalop frameftir – djarvt og rætt hugsað, heldur Johan Mortensen.

 

– Sum gamal fiskasølumaður vil eg ynskja Christian í Grótinum tillukku og bestu ynskir við keypinum av Larsen Seafood í Flensburg.

 

Tað sigur Johan Mortensen, fyrrverandi stjóri á fiskasøluni Marr & Co.

 

Hann sigur, at við hesum fær Christian í Grótinum beinleiðis atgongd til europeiska marknaðin og uttan um verandi toll forðing.

 

– Larsen Seafood nýta sum er eini 7.000 tons av makreli sum rávøru, so tað er munandi nøgd, og við keypinum av virkinum í Bremerhaven koma teir eisini inn á upsamarknaðin. Hetta er størsta frambrot innan føroyskt marketing síðani Tjaldur Seafood í Grimsby, og er hetta sama gongd, sum hjá Royal Seafood, Domstein, Lerøy og onnur við teimum. Eg vænti at pelagiska vinnan í Føroyum fer eisini at keypa onnur virki og aktørar uttanlands, sigur Johan Mortensen.

 

Hann heldur, at tað er hugaligt, at ætlanir nú eru um at byggja góðskingarvirkir her á landi í næstum.

 

– Eg vil viðmæla, at pelagiska vinnan tosar saman um framleiðslu og marketing. Persónliga vóni eg, at eitt av hesum virkjum fer at góðska sild, har eru sera stórir møgulleikar.

 

– Søla og marketing hava altíð verið veik lið hjá okkum føroyingum. Keypið av Larsen Seafoods er eitt risalop frameftir – djarvt og rætt hugsað, heldur Johan Mortensen.

 

– Nú var eingin olja hjá okkum á hesum sinni, so tað er at vóna, at fleiri ungir føroyingar fara at útbúgva seg innan marketing og góðsking av okkara fiski, sigur Johan Mortensen.