Eitt størri og eitt minni ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Skipini fáa mest av hýsu og toski og koma helst inn at landa fyrst í næstu viku.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Umframt ísfiskalínuskipini, eru níggju frystulínuskip eisini til fiskiskap. Øll uttan eitt eru í føroyskum sjógvi - og so er eitt í íslendskum sjógvi.
- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu - og eitt sløð av øðrum fiskasløgum.
Streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men batnar seinni í vikuni. Veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í vikuni, sum stundar til.
- Teir størru útróðrarbátar gera helst onkran túr. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.