Størri undirtøka fyri íslendskum ES-limaskapi

Undirtøkan fyri íslendskum ES-limaskapi er størri nú, enn hon hevur verið leingi

Júst sum teir báðir stjórnarflokarnir í Íslandi hava gjørt av at taka umsóknina um limaskap í ES aftur, vísir ein meiningakanning, at undirtøkan fyri íslendskum ES-limaskapi er størri nú, enn hon hevur verið leingi.

 

Í kanningini, sum Gallup hevur gjørt, siga 42,3 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu atkvøtt ja, um spurningurin um ES-limaskap kon til fólkaatkvøðu nú. Fyri einum mánað síðani søgdu 39,7 prosent tað sama, og sambært íslendska kringvarpinum hevur undirtøkan fyri limaskapinum ikki verið so stór síðani í november í 2012.

 

Kanningin hjá Gallup varð gjørt, áðrenn tingmanningarnar hjá stjórnarflokkunum gjørdu av at taka umsóknina um limaskap í ES aftur. Í tingmanningini hjá Framsóknarflokkinum var full semja um avgerðina, men í tingmanningini hjá Sjálfstøðisflokkinum vóru nakrir tinglimir ímóti.