Størra trýstið er á KÍ

Nú KÍ og HB møtast við Djúpumýri í Klaksvík til tann gamla klassikaran, er tað við sera ymiskum fortreytum, tí meðan HB er greitt oddalið, stríðist KÍ í niðara endanum á stigatalvuni og er nummar átta, og heili 23 stig eru millum liðini bæði!

Sostatt liggur trýstið undan dystinum meira á KÍ, sum má hava stig, fyri at sleppa longur burtur frá botninum, har kappingin serliga er við TB, sum nú hevur fingið sær undanfarna KÍ-venjaran, Páll Guðlaugsson, at bjarga sær plássinum í Effo-deildini.

Av spælarunum hjá KÍ fekk Páll Klettskarð eina løtu í A-landsdystinum ímóti Íslandi í Reykjavík mikukvøldið, tá Ivan Joensen eisini fekk um endan á U21-landsdystinum ímóti Írlandi. Annars skuldu allir verið væl hvíldir.

HB hevði tríggjar mans inni frá byrjan í Reykjavík – Fróða Benjaminsen, Heina Vatnsdal og Christian Restorff Mouritsen – og annars er status, at Andrew av Fløtum hevur karantenu, umframt at Símun Samuelsen fær illa vant og eisini gav avboð til Íslandsdystin.

KÍ stríðist fyri at fáa øll tey stig, ið kunnu fáast, tí støðan í botninum er verri enn so trygg, meðan HB tolir betur at missa stig, tí har er eitt sindur at geva út av. Enn eru níggju stig niður til ÍF og uppaftur longur niður til EB/Streym.

Higartil í ár hevur KÍ fingið javnleik átta ferðir, og tað er væl hugsandi úrslit, um HB ikki fer á vøllin við fullari ferð. Í fyrru dystunum vann HB 3-0 í Gundadali og 4-3 í Klaksvík, og so fæst at síggja, um KÍ dagin eftir Sjómannadagin kann venda tí til nakað annað.

Klokkan 15: KÍ-HB (Eiler Rasmussen)