Málið um deyða amerikanska fíggjarmannin Jeffrey Epstein hevur skapt stórt kjak í Noregi, har bæði kongsfamiljan, ein fyrrverandi forsætisráðharri og fleiri politikarar hava verið við í málinum.
Og sambært norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, hevur málið víst, hvussu rík fólk kunnu keypa sær politiska valdið.
Tað sigur forsætisráðharrin í stórari samrøðu við norska miðilin NRK.
Støre heldur, at Epstein-málið og avleiðingarnar til toppin í norska samfelagnum grundleggjandi raka álitið á fólk við valdi.
– Eg haldi, at tað hevur verið rættiliga ørkymlandi hjá fólki at fingið innlit í hendan heimin og sambandið millum fólk við valdi, og hvussu tað hevur ávirkað fólk uttan vald, sum hava verið misnýtt og álopin, sigur Støre í samrøðuni við NRK.
Tí leggur hann dent á, at fult gjøgnumskygni er avgerandi, tá sambandið til Noregs nú verður kannað, skrivar NRK.
Málið hevur víst, at fleiri norðmenn, sum hava og hava havt týðandi leiklutir fyri Norra, hava havt samband við Epstein.
/Ritzau/










