Hevur tú brúk fyri einum steðgi frá øllum resinum, ølunum og tónleikinum á G! festivalinum? So eru fleiri møguleikar - millum annað kanst tú fara inn í Støkk-inn kirkjuna og fáa tær eitt prát, ein kaffimunn og kanska eitt sindur av andaligari føði.
Í Støkk-inn kirkjuni á festivaløkinum halda prestarnir Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð til, og í ár er Annika komin við, sum er prestur in spe (lesur cand.theol. og fær væntandi embæti skjótt).
– Her eru øll vælkomin inn ein túr, siga tær, nú vit koma framvið og fregnast.
– Ein spurdi meg einaferð, um baptistar eru vælkomnir. Sjálvandi eru teir tað. Hetta er fyri øll, sigur Marjun og bjóðar okkum ein temunn og keks.
– Her kann man koma inn og fáa eitt prát, um man vil. Man kann eisini syngja ein sang ella ein sálm, um man hevur hug til tað. Og annars hugna sær saman við okkum.
##med2##
Støkk inn kirkjan hevur eftir hondini verið fastur táttur á G! Festivalinum gjøgnum nøkur ár - tó ikki í fjør.
Tær tríggjar vísa á, at tað er vanligt at hava slíkar kirkjur á festivalum og stórum tiltøkum - til dømis hevur Roskilde Festivalurin eisini eina kirkju. Maria Jørðdal er tann presturin, sum byrjaði hesa Støkk-inn kirkjuna á G! Festivalinum.
##med3##
Tær tríggjar hava annars góðar dagar her. Afturmeldingarnar frá festivalgestunum eru eisini góðar.
– Fólk lata sera væl at. Tey steðga á og fáa eitt prát og kanska ein kaffimunn, sigur Inga Poulsen Dam.
##med4##
##med5##