Støkk á tivoliøkinum

Átta klædnahandlar fara leygarkvøldið at at sýna fram summarmótan ?98 á Tivoliøkinum í Runavík. Samstundis verður ein framsýning við 26 dansigentum frá Støkk

Átta ymiskir klædnahandlar sýna fram summarmótan ?98. Tað eru tveir mannfólka-, tríggjir konufólka- og tríggir barnahandlar.

Limir í Støkkkoma at ganga í mótaframsýningini. Onkur er tó frá NSÍ.

- Vit hava fingið ein trailaralast, og hana nýta vit til framsýningina, sigur Erla Hansen, formaður í Støkk.

? Samstundis hava vit eisini eina dansiframsýning við 26 gentum frá Støkk. Genturnar, sum eru í aldrinum 6 - 13 ár, eru býttar í trý hold.

Tiltakið byrjar beint eftir at 1. deildardysturin er liðugur leygarkvøldið.


Fimleikaframsýning

? Vit hava eisini eina fimleikaraframsýning í ár. Vit hava serliga lagt eftir at bjóða øðrum feløgum við eisini. Í ár verður tað ein Rock?Roll dansibólkur úr Havn, eitt lið frá Flog í Fuglafirði og eitt lið frá Fok úr Gøtu/Leirvík sum vera við. Eini tvey ella trý lið úr Støkk vera við.

Fimleikaraframsýningin verður sunnudagin kl. 16 í Ítróttarhøllini. Á skránni er bæði rútmiskur- og reiðskapsfimleikur.