Støk foreldur fátækast

Stakir uppihaldarar við smáum børnum eru í fátækraváða sambært føroyska fátækramarkinum

FÁTÆKRAMARK

Álitið um føroyskt fátækramark staðfestir, at stakir uppihaldarir er tann bólkurin, sum er ringast fyri.

Sostatt eru stakir uppihaldarar undir markinum á 60 prosent av miðalinntøkunum í Føroyum, lutfalsliga nógvir í tali, og tey, sum eru undir markinum, eru munandi nógv longri undir markinum enn aðrir bólkar.

At tað serliga eru tey, sum hava børn yngri enn 5 ár, sum eru fátøk, kann vera orsakað av skipanini við fríplássum á dagstovnaøkinum, sum er við til at fasthalda hendan bólkin í eini láginntøkustøðu.

 

Skipanin er nevniliga skrúva soleiðis saman, at vinnur eitt húski meira enn eitt vist, missur tað avslátturin til barnaansing.

 

Men tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir, so sum at stakir uppihaldarar kunnu heilt einfalt hava trupult við at fáa gerandisdagin at hanga saman við einum fulltíðarstarvi, stendur í álitinum.