Støðugur hiti í Páls Høll

Í vikuni fyri páskirnar fekk Páls Høll nýtt og størri oljufýr.

 

Síðani oyggin er vorðin grønari við vindmyllulundini og battarískipanini í Porkeris haga, hevur Páls Høll havt avbjóðingar við hitanum ymisk tíðarbil. Vágs Kommuna útvegaði sær eitt oljufýr til Páls Høll, ið slær til tá elverkið í Vági verður sløkt. Hetta oljufýr hevur ikki megnað at nøkta tørvin í nóg stóran mun. Tí var avgjørt, at Páls Høll skuldi hava eitt størri oljufýr, so hitin gjørdist meiri støðugur, skrivar vagur.fo.

 

Royndirnar higartil hava víst, at hitin er blivin støðugur, soleiðis at viðskiftafólk nú ikki merkja mun um Páls Høll verður hitað við orku frá SEV ella oljufýrinum.

 

-Vágs Kommuna arbeiðir framhaldandi við eini varandi orkuloysn til Páls Høll. Hetta arbeiðið gongur rættan vegin og miðjað verður eftir, at arbeiðið verður liðugt í 2023, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.