Støðugt heystarveður

Hitin komandi dagarnar verður millum 4 og 8 stig, meðan vindurin skiftir millum fleyr og upp í skrið.

Veðrið verður enn óstøðugt við vindi og fríggjanáttina fer eitt djúpt lágtrýst av útsynningi við nógvum vindi framvið, áðrenn kaldari luft treingir inn yvir Føroyar av vestri, seinni av norði.

 

Hósdagin verður fleyr til gul av vestri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein sunnan. Fyrrapartin verður ælaveður, síðani sólglottar. Seinnapartin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av eystri og landsynningi, og regn av suðri. Hitin um 9 stig. Um kvøldið klárar hann í sum frá líður, tó ælaveður í støðum Hann makar vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s, av suðri, um náttina av vestri. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, um 23 m/s. Alt døgnið skýggjað og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin minkar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, men sólglottar og hitin um 6 stig. Um náttina makar hann vindin niður í fleyr til gul av norði, 2 til 7 m/s. Partvíst klárt og sum frá líður turt og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður fleyr til gul av norði, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein eystan og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í ein strúk í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 18 m/s, seinni av suðri og hann makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og um náttina regn av suðri, hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landsynning og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin verður regn, annars sólglottar, men sum frá líður aftur skýggjað. Um kvøldið og náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein landnyrðing og norðan. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.