Støðugt fleiri løntakarar

Talið av føroyskum løntakarum er støðugt hækkað seinnu mánaðirnar

Uppgerðirnar hjá Hagstovuni vísa, at talið av løntakarum er voksið støðugt seinastu fimm mánaðirnar. Í mai vóru 23.963 løntakarar. Í desember vóru 23.673 løntakarar, so seinastu fimm mánaðirnar eru 290 løntakarar komnir aftrat.

 

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

 

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.