Støðugt fleiri gjaldskort verða misbrúkt

Á hvørjum ári verða fleiri túsund gjaldskort stongd orsakað av sviki ella illgruna um svik.

Tað ræður um at vera ansin og at hyggja seg væl um, tá ein brúkar gjaldskortið uttanlands. Eitt nú vísir ein donsk kanning, at 10. hvør dani, sum hevur brúkt gjaldskort á ferð uttanlands, hevur upplivað, at kortið er vorðið stongt orsakað av misbrúki ella illgruna um misbrúk.

 

Bent Bøjden í Arbejdernes Landsbank sigur við sendingina Penge hjá danska kringvarpinum, at svik við gjaldskortum er ein kriminellur ídnaður, sum vindur upp á seg.

 

-Hvønn einasta dag ringja viðskiftafólk til okkara og siga frá ymsum slíkum hendingum. Eitt nú at ein tænari er farin í eitt rúm við síðuna av við gjaldskortinum, ella at fleiri upphæddir knappliga eru tiknar av kortinum ymsastaðni kring heimin, sigur Bent Bøjden við DR.

 

Kortsvik snýr seg um nógvar pengar. Í evropska løgreglusamstarvinum, Europol, meta tey, at svikið við gjaldskortum í ES-londunum liggur um 1,5 milliard evrur ella 11 milliardir krónur um árið.

Í donsku løgregluni verður svik við gjaldskortum mett sum altjóða skipaður kriminalitetur.

 

-Hetta eru professionell fólk, sum eru væl skipað, og sum ferðast um landamørk, sigur Lars Mortensen hjá Ríkisløgregluni við danska kringvarpið.

 

Tann vanliga mannagongdin hjá svikarunum er at kopiera magnetstrípuna á kortinum og at lúra seg fram til PIN-koduna, tá fólk brúka kortið í sjálvtøkum ella gjaldsstøðum. 

 

Hjá Nets, sum umsitur gjaldskortskipanina, sigur leiðarin á svikdeildini, Lisbeth Sjøl, tað eru serliga ferðafólk, sum eru í vanda fyri, at teirra gjaldskort verða misbrúkt. Hon sigur, at brotsmenninir seta sína útgerð upp, har nógv ferðafólk eru, tí har er lættari at fáa fatur á neyðugu upplýsingunum. Á hvørjum ári steingir Nets fleiri túsund gjaldskort orsakað av illgruna um svik.