Støddin á flokkinum hevur ávirkan á avrikið


Jú fleiri næmingar, sum eru í 10. flokki, verri klára teir seg til endaligu próvtøkuna.

Jú fleiri næmingar, sum eru í 10. flokki, verri klára teir seg til endaligu próvtøkuna.

 

Ert tú skúlanæmingur og vilt hava hægri skoðsmál, er tað ein fyrimunur, um tú gongur í einum flokki við fáum næmingum. Skúlanæmingar fáa nevniliga lægri skoðsmál við endaligu próvtøkuna í fólkaskúlanum, um teir hava gingið í einum flokki við nógvum næmingum.

 

 

Tað skrivar Skúlablaðið úr eini nýggjarikanning, sum er gjørd av endaligu próvtølunum millum næmingar, ið hava gingið í 10. flokki árini 2003-2006. Kanningin er júst almannakunngjørd í Danmark. Hon vísir, at tað ikki eittans eru teir yngru næmingarnir, sum fáa betri skoðsmál, um teir ganga í einum flokki við fáum næmingum.


 

- Tað hevur leingi verið kjakast um, hvørt støddin á flokkinum hevur týdning fyri fakliga stigið. Kanningin, vit hava gjørt, vísir greitt, at støddin á flokkinum hevur týdning – eisini fyri eldri árgangirnar. Fyrr helt man, at støddin á flokkinum hevði bert hevði týdning fyri yngru árgangirnar, sigur Karl Fritjof Krassel, ph.d.-lesandi við Center for Strategisk Uddannelsesforsking á Århus universiteti.

 

- Politikararnir kunnu brúka úrslitini av kanningini í sambandi við avgerðir, teir skulu taka. Kanningin skjalprógvar, at støddin á flokkinum hevur týdning fyri, hvussu næmingurin klárar seg. Hetta kann í síðsta enda gera, at skúlanæmingar fara at klára seg betur fakliga.

 

Ert tú næmingur í 10. flokki, kanst tú rokna við, at miðalskoðsmálið fellur umleið 0,1 karakterstig, um flokkurin veksur við 10 næmingum. Tað er sostatt ein fyrimunur at vera í einum flokki við 15 næmingum samanborið við at vera í einum flokki við 25.