Støddfrøðiroyndir til fráfaringarroynd fólkaskúlans

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út hesi trý hefti við støddfrøðiroyndum:

»Fimisrokning 1«, »Greiðslurokning 1« og »Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans 1«. Seinni í ár fer grunnurin at geva út »Fimisrokning 2«, »Greiðslurokning 2« og »Víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans 2«. Í seinnu heftunum verður svarlisti, rástigalisti og próvtalsstigi. Grunnurin fer eisini at geva út fyri seg svarlistar til uppgávurnar í øllum heftunum.

Royndarheftini fevna um tíðarskeiðið 1986-1997. Tilfarið er skipað soleiðis, at í greiðslurokningini og í víðkaðu fráfaringarroyndunum er onnurhvør roynd mai/juni-roynd og onnurhvør desember-roynd. Í fimisrokningini eru desember-royndirnar í fyrra heftinum og mai/juni-royndirnar í seinna heftinum.

Tað eru teir báðir Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, sum hava lagt útgávurnar til rættis. Hestprent hevur sett og umbrotið, og Einars Prent hevur prentað og heft. Útsøluprísurin er 40 kr. fyri »Fimisrokning 1« (52 síður), 68 kr. fyri »Greiðslurokning 1« (66 síður) og somuleiðis 68 kr. fyri »Víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans 1« (75 síður). Heftið við fimisrokning er einnýtishefti.