Støddfrøðikappingini Pangea í Skúlanum á Fløtum

Tíðindaskriv:

 

Hósdagin, 26. mars, var finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2026 hildin í høllini á Skúlanum á Fløtum.

 

Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum kring landið, og 1934 næmingar úr 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til 2. umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í februar mánaði.

 

Av hesum komu 5 luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin hósdagin 26. mars.

 

Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey flestu høvdu familju ella vinir við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.

 

Við nøkrum næmingum kom bæði lærarin og flokkurin við, og fingu tey øll ein góðan flokstúr til Havnar.

 

Aðalskrivarin í Barnabata, Hedvig Johansdóttir helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.

 

Vinnararnir vóru:

 

3. flokkur: Diana Bárðardóttir Jacobsen, Glyvra Skúli

 

4. flokkur: Nói Jónasson Zachariasson, Vestmanna Skúli

 

5. flokkur: Lisa J. Xin, Sankta Frans skúli

 

6. flokkur: Nóel Berglind, Sankta Frans Skúli

 

7. flokkur: Liljan Mouritsen, Eysturskúlin

 

8. flokkur: Sámal Isfeldt Nesá, Skúlin á Fløtum

 

9. flokkur: Ioana Ecaterina Mindru, Skúlin á Fløtum

 

Vónandi síggjast vit til Pangea Støddfrøðikappingina næsta ár!

 

 

 

Pangeatoymið