Ísraelar hava heitt á palestinar í Gaza um at rýma til syðra part av økinum innan 24 tímar, og henda tíðin rann sambært Reuters út einaferð tíðliga í morgun.
Ísrael hevur fráboðað ST, at fólk í norðara parti av Gaza eiga at fara til syðra part av landinum. Talan er um 1,1 miljónir fólk.
ST hevur staðiliga heitt á Ísral um at taka áheitanina aftur og ávarðar um, at støðan í økinum við fleiri álopum kann gerast katastrofal.
- ST sær tað sum ómøguligt at flyta so mong burtur uttan, at hetta fær oyðileggjandi menniskjansligar avleiðingar.
Talsfólk hjá ST, Stephane Dujarric, sigur tað vera umráðandi, at sorgarleikurin, sum longu er í Gaza, ikki verður ein vanlukka.
Útlendskir miðlar vita at siga, at stórur vandi er fyri, at Ísrael fer at gera eina veruliga innrás í Gaza, eftir harðrendu álopini hjá Hamas á Ísrael.
Ísrael hevur nevniliga fleiri enn 300.000 herfólk nærindis markinum við Gaza.
Seinastu vikuna hevur ísraelska flogvápnið teppibumbað Gaza, og herurin sigur, at fleiri enn 6000 bumbur hesar seinastu dagarnar eru skotnar eftir málum í Gaza.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at í minsta lagi 1537 fólk eru deyð í Gaza, og Ísrael hevur stongt fyri øllum veitingum til økið.











