Støðan hjá Heindriki prinsi er álvsliga versnað. Tað upplýsir kongshúsið í morgun í eini fráboðan til miðlarnar.
Tí hevur Fríðrikur krúnprinsur brotið av ferðina í Suðurkorea, har hann var í sambandi við vetrarolympusku leikirnar, og er á veg til Danmark.
Heindrikur prinsur varð innlagdur á Ríkissjúkrahúsið síðst í januar.
Seinni kom fram, at prinsurin millum anna varð kannaður fyri ein knykil í vinstra lunga.
83 ára gamli prinsurin var eisini innlagdur í summar. Í heyst boðaði kongshúsið frá, at Heindrikur prinsur hevði fingið demens.
/ritzau/