- Útreiðslurnar fara at spola uppeftir og haldførið í føroyska búskapinum fer at versna.
Tað er Bárður Nielsen, næstformaður í Sambandsflokkinum, sannførdur um, nú hann hevur lisið samgonguskjalið væl og gjølla.
- Í samgonguskjalinum er onki yvirhøvur, sum bendir á, at haldførið í búskapunum fer at batna.
Í einum orðaskifti á Fólkafundinum í Havn um vikuskiftið, vísti Bárður Nielsen á, at eftir samgonguskjalinum skulu allar møguligar útreiðslur økjast, bæði til súkrahúsverk, pensjónir, skúlaverk, og almannaverk – ja sjálvt asfaltið á vegunum skal verða betri.
- Alt tað kostar pengar, men samstundis skulu inntøkøkunar skerjast, tí lág- og miðalinntøkur skulu hava skattalætta, ríkisveitingin skal avmarkast og harafturat skal peningur rindast í ein búskapargrunn, samstundis sum at vit hava eina uttanlandsskuld á seks milliardir.
- Setir tú pengar á bók, ístaðin fyri at rinda skuld aftur, missur tú 1,5 prosent, so bara við hesi ætlanini missur samfelagið 75 milliónir um árið, sum kundu verið brúktar við vælferð.
- Tí eru ongi tekin yvirhøvur til, at politikkurin hjá hesi samgonguni fer at bøta um haldførið, sigur Bárður Nielsen.










