Tað ery tey yngru ættarliðini í Føroyum, sum eru mest arbeiðsleys. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysið í Føroyum. Hinvegin er støðan frægari hjá teimum heilt ungu, og hjá teimum eldru.
Uppgerðin vísir, at í miðal er arbeiðsloysið 0,8 prosent. Men tað eru tey 25-34 ára gomlu, sum eru mest arbeiðsleys, tí í teimum aldursbólkunum er arbeiðsloysið 1,1 prosent.
Tey, sum eru minst arbeiðseys, eru tey ímilum 45 og 54 ár, tí hjá teimum er arbeiðsloysið bara 0,5 prosent. Annars er arbeiðsloysið javnt býtt ímillum allar aðrar aldursbólkarnar.
Men verður hugt eftir tølunum fyri tey arbeiðsleysu, sæst, at tey, sum eru arbeiðsleys, eru tað ikki í serliga langa tíð. Tað eru nevniliga bara 12 prosent av teimum arbeiðsleysu, sum eru langtíðararbeiðsleys. Tað svarar til 34 fólk.
Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2022 vóru 53 persónar ella 16 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.











