Støðan er spent millum Kosovo og Serbia

Umleið 50.000 serbar búgva har norðuri í Kosovo, og hesir brúka serbisk samleikaprógv, tí Serbia viðurkennir ikki Kosovo, sum sjálvstøðugt ríki. Frá í morgin krevur Kosovo, at serbarnir brúka eitt annað samleikaprógv.

 

 

Marknalið har norðuri í Kosovo eru stongd, og loftverjulúðrar ljóða, nú støðan millum Kosovo og grannalandið, Serbia, er vorðin rættiliga spent.

 

Norðari partur av Kosovo hevur mark móti Serbia, sum landið áður var partur av. Stríðið millum londini er hert í summar, og í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at marknaðvaktir í londunum báðum hava skotið eftir hvørjum øðrum.

 

Friðarvarðveitandi herliðini í Kosovo, sum eru undir Nato-leiðslu, eru til reiðar at grípa inn, um støðan í landinum stendur upp á spæl. Endamálið við hermegini er at tryggja stabilitet í Kosovo, og hetta er sambært einari ST-avtalu frá 1999.

 

Nato sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at tey heita á allar partar um at halda fram við samrøðum og samráðingum, tí hetta er avgerandi fyri friðin og trygdina í økinum. Sambært útlendskum miðlum telja friðarvarðveitandi herdeildirnar í Kosovo 3775 herfólk.  

 

Løgreglan í Kosovo váttar, at marknaliðini, Bernjak og Jarinje, sum føra inn til Serbia, eru stongd. Løgreglan stongdi marknaðliðini, eftir at etniskir serbar í Kosovo høvdu blokerað vegir, sum føra til marknaðliðini.

 

Filmsbrot, sum eru deild á sosialum miðlum í kvøld, vísa, at loftverjulúðrar eitt nú hava ljóðað í býnum, Mitrovica, har norðuri í Kosovo.

 

Tað búgva umleið 50.000 serbar har norðuri í Kosovo, og hesir brúka serbisk samleikaprógv, tí Serbia viðurkennir ikki Kosovo, sum sjálvstøðugt ríki. Í Kosovo krevja tey nú, at serbar í Kosovo í staðin skulu brúka eitt fyribils samleikakort.

 

Krøvini hjá myndugleikunum í Kosovo koma í gildi í morgin, mánadagin, hin 1. august. Hesi fevna eitt nú um serbiskar ríkisborgarar, sum ferðast til Kosovo. 

 

Í staðin fyri síni vanligu pass, skulu serbarnir nú brúka eitt fyribils "innferðar-útferðarskjal", sum verður teirra samleikaprógv, meðan tey eru í landinum.

 

Samstundis, sum Kosovo nú krevur nevnda samleikaprógv, byrjar eisini tilgongdin, har øll nummarspjøldur á bilum í Kosovo skulu hava somu kennibókstavir. Ætlandi skal tillaging til nýggj nummarspjøldur fevna um tveir mánaðir.

 

Henda avgerð hevur eisini møtt stórari mótstøðu millum serbiskar ríkisborgarar í Kosovo.

 

Etnisku serbarnir í Kosovo viðurkenna ikki stjórnina í høvuðsstaðnum, Pristina, og serbarnir ynskja heldur ikki nummarspjøldur við bókstavunum "RKS", sum er stytting av Republikkini Kosovo.

 

- Fleiri enn hundrað lond hava viðurkent Kosovo, sum sjálvstøðugt ríki, men millum lond, sum ikki vilja viðurkenna Kosovo, eru eitt nú Serbia og Russland, vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.