Støðan er skelkandi

Onkuntíð føla tey, at hesin trupulleikin ikki verður tikin í líka stórum álvara sum onnur brek

 

Nógvir næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum hava so stórar trupulleikar at dragast við, at tað er skelkandi.

Tað staðfesti Herleif Hammer, stjóri á studentaskúlanum í Hoydølum, á fundi hjá Meginfelag teirra brekaðu, MBF, um støðuna hjá ungum við breki at fáa sær eina útbúgving.

 

Hann sigur, at ein kanning vísir, at heilt nógvir næmingar eru orðblindir í størri og minni mun, og hvørt ár má skúlin senda tíggjutals næmingar til sálarfrøðing, tí teir hava so stórar trupulleikar av ymsum slagi.

Stjórin í Hoydølum vísir á, at seinastu árini havt metstórt næmingatal og tað merkir, at ein alsamt størri partur av ungdóminum leitar sær niðan í Hoydalar, enn nakrantíð fyrr.

- Hetta hevur gjørt, at næmingar okkara eru nógv meira fleirtáttaðir í dag, enn teir vóru fyrr. Næmingar, sum fyrr kanska fóru aðrar vegir sum ungir, koma í dag á skúla okkara.

Lestrarvegleiðarin á studentaskúlanum á Kambsdali skoytti uppí, at tað er "heilt átrokandi neyðugt" at fáa sálarfrøðingar knýttar at skúlanum.

Og hann staðfestir, at tørvurin er stórliga veksandi, tí tey ungu nú døgum hava havt ein nógv turbulentari uppvøkstur enn tey ungu høvdu fyri bara nøkrum árum síðani.

Hetta hevur givið teimum á skúlanum nýggjar avbjóðingar, tí tey ungu í dag hava havt ein nógv turbulentari uppvøkstur, enn tey ungu høvdu fyri nøkrum árum síðani.

 

Hetta hevur givið skúlunum nýggjar avbjóðingar.

Men tá ið Herleif Hammer tosar um næmingar, sum eru ein serlig avbjóðing fyri skúlan, tosar hann ikki um næmingar, sum bera kropsligt brek, sita í koyristóli, deyvir o.s.fr.

- Hesir næmingar hava vanliga góðar treytir á skúlunum, sigur hann.  

Hann hugsar heldur um næmingar, ið hava álvarsligar sálarligar og sosialar avbjóðingar. Hann hugsar eisini um næmingar, ið eru lesiveikir og næmingar, ið eru orðblindir.

 

Skúlastjórin sigur, at lesivegleiðararnir á stuentaskúlanum í Hoydølum vísa eini 40 - 60 næmingum til sálarfrøðing hvørt einasta ár, tí teir eru í eini slíkari støðu, at vegleiðararnir himprast við at senda teir út í lívið uttan at hava víst teimum til sálarfrøðing.

 

Hann sigur at onkuntíð føla tey, at hesin trupulleikin ikki verður tikin í líka stórum álvara sum onnur brek.

- Men sum alla aðrastaðni veldst alt í síðsta enda um játtanir, sigur Herleif Hammer.

Hann sigur, at miðnámsskúlarnir í Havn hava leingi viljað sloppið at seta ein sálarfrøðing í starv, og kanska eisini ein sernámsfrøðing við servitan innan ung og undirvísing.

- Uttan slíka hjálp, missa vit tíverri nógvar næmingar á gólvið, sigur skúlastjórin í Hoydølum.

 

Hann sigur, at í ár hevur skúlin fingið eina serliga játtan skúlanum til at seta ein serlærara.

Eitt úrslit av tú er, at fyri fyrstu ferð hevur skúlin kannað allar 300 næmingarnar í fyrstuflokkunum.

- Uttan at fara í smálutir, var úrslitið skelkandi, tí eini 12 prosent av næmingum eru orðblindir á ymiskum stigum, og harafturat hevur eitt sera stórt tal av næmingum lesitrupulleikar og skrivitrupulleikar, sigur Herleif Hammer.

 

Hann sigur, at næstan eingir av hesum næmingunum hava fingið nakra hjálp fyri hetta áður.

- Fleiri av hesum næmingum vita ikki hvat teimum bagir, men royna at fjala trupulleikan og at koma sum frægast ígjøgnum skúlan.

- Hesir næmingar kunnu allir hjálpast, og oftani skal ikki so øgiliga nógv til fyri at lesiførleiki teirra kann betrast. Men vit tosa um yvir 80 næmingar, sum hava brúk fyri orblindnisundirvísing á skúlnum í Hoydølum, og tað er avmarkað, hvussu nógv ein orblindnislærari kann gera.

 

Herleif Hammer ivast ikki í, at støðan er einki øðrvísi á øllum miðnámsskúlunum í landinum.

- So her er eitt øki, sum álvarsliga haltar eftir í útbúgvingarskipanini, tí hóast tey, sum eru sálarliga sjúk, sum eru lesiveik, ella sum sum eru tal- ella orðblind, ikki bera eitt sjónligt brek, eiga tey sama rætt til hjálp, sigur Herleif Hammer.