Støðan er ótolandi

- Tí royna vit at skumpa undir

- Tað sær ikki út til at nakað hendir, og tí royna vit at skumpa undir fyri at fáa eina varandi loysn.

 

Tað sigur Carita Bjørklund, næstforkvinna í Giktafelagnum.

 

Giktafelagið hevur nú tikið tað óvanliga stigið at royna seg sum eitt slag av semingsstovni í royndunum at fáa ein sáttmála ímillum Heilsutrygd og Serlæknafelagið.

 

Tí hevur felagið bjóða heilsumálaráðnum, fíggjarmálaráðnum, Serlæknafelagnum, og Pero Sore, á fund at royna at fáa gongd á samráðingarnar, sum tey siga, hava ligið steindeyðar í næstan fýra ár.

 

Nettupp hesin sáttmálin er ein høvuðsorsøk til, at serlæknin í gikt, Pero Sore, hevur sagt seg úr starvi, og tað øki, sum eitur viðgerð av gikt í Føroyum, er við at fara í sor.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Caritu Bjørklund greiða frá, hvussu tað gekst við fundinum, og hvat hon annars heldur um støðuna.