Hetta er bæði óvirðiligt og ótolandi!
Teir seks borgarstjórar í Norðoyggjum krevja nú, at landsstýrið nú tekur avgerð um, hvussu virksemið hjá nýtast sundur ímillum tey trý sjúkrahúsini.
Teir siga rætt og slætt, at teir góðtaka ikki støðuna longur og at landsstýrið nú í fleiri ár hevur sagt, at arbeitt verður við at skipa uppgávubýtið millum tey trý sjúkrahúsini.
- Men tað er púrt einki hent á hesum øki og samstundis hevur Klaksvíkar Sjúkrahús bløtt illa og livir í stórari og skaðiligari óvissu, sum tey taka til.
- Eitt tað ringasta, tú kanst gera ímóti einum øðrum, er at lata sum um at viðkomandi ikki er til, men tað er júst hetta, landsmyndugleikar í stóran mun gera ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, siga teir.
Alment er sostatt eingin greið ætlan fyri, hvørjar uppgávur Klaksvíkar sjúkrahús skal hava Sjúkrahúsverki Føroya, og tað er heldur eingin avgerð um, hvørjir læknar skulu vera í føstum starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eins væl og á hinum báðum sjúkrahúsunum.
- Avleiðingin av hesum lítið virðiligu og óskipaðu umstøðum er Klaksvíkar Sjúkrahús ikki fær virkað fullgott og leiðslan er treytað av “náði” frá landsstýrismanninum, sum umsitur økið.
Men borgarstjórarnir siga, at tað ringasta er, at óvissan og ótryggleikin breiðir seg millum starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Teir siga, at ístaðin fyri at samstarva, førir hetta til, at sjúkrahúsini verða lokkað til at kappast sínamillum um at fáa sum mest av uppgávum og sergreinum í sín part.
Og í løtuni sær Klaksvíkar Sjúkrahús út til at vera tann stóri taparin í hesum innanhýsis stríði, tí stórar milliónaíløgur verða gjørdar í samfelagnum, meðan tað, sum Klaksvíkar Sjúkrahús fær, ”bert eru molar og viðfáningur”, sum teir siga.
- Eitt slíkt innanhýsis stríð millum sjúkrahúsini, sum mest er átøkt seigpíning av hvørjum øðrum, er av sonnum ein ógvuliga óhóskandi arbeiðsháttur fyri eitt sjúkrahúsverk, har sjúkrahúsleiðslur og læknar ístaðin áttu at brúkt alla stóra orku uppá at grøða og byggja upp, siga borgarstjórarnir.
Borgarstjórarnir halda eisini, at tað sær út til, at samgongan heldur, at læknarnir og sjúkrahúsleiðslur sjálvar skulu finna útav at skipa sjúkrahúsverkið.
Men borgarstjórarnir hava ikki álit á, at tey klára tað, tí sterkastu signaligini, Sjúkrahúsverk sendir út í almenna rúmið, er klandur og stríð.
- Tvørturímóti eigur politiskta leiðslan at seta út í korti eina greiða visjón, ið tænir sjúklinginum og øllum tí føroyska heilsuverkinum til besta.
Teir siga, at annars verður prísurin, sum skal rindast fyri atgerðarloysi, ikki bara krónur og oyru, men álvarsligari enn so.
Teir seks borgarstjórarnir, sum hava skrivað undir hesa áheitanina á landsstýrið, eru Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasundi, Hans J. Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði, Meiken Michaelsen, borgarstjóri í Kunoy, Magni Garðalíð á Húsum og Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloy