Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at vera til staðar við skúlarnar, tá ið teir byrja um morgnarnar at kanna bilarnar, har foreldur, ella onnur vaksin, koyra børn í skúla.
Løgreglan sigur, at hetta er eitt átak, løgreglan fer at gera nógv burtur úr hesa vikuna og somuleiðis alla næstu viku.
- Endamálið er, at allir skúlarnir, ella í hvussu so er nógv teir flestu, skulu fáa vitjan av løgregluni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í kvøld.
Hann sigur, at serliga verður kannað eftir, um børn sita í trygdarbelti.
Hann sigur, at í hesum sambandi hevur støðan verið heilt hampilig, hesar dagarnir, teir higartil hava kannað bilarnar, síðani skúlarnir byrjaðu mánamorgunin.
Kortini er onkur einstakur, sum hevur fingið klipp í koyrikortið fyri at hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tey hava sitið trygdarbelti.
Okkurt annað árið, løgreglan hevur kannað bilar, sum seta børn av við skúlar, hava tey verið at kalla skelkað av, hvussu nógv børn sótu leys í bilinum.
Men í so máta heldur løgreglan, at støðan er batnað rættiliga nógv.
Bæði Ráðið fyri Ferðslutrygd og løgreglan hava gjørt nógv burtur úr at minna fólk á at brúka trygdarnelt og løgreglan ivast ikki í, at hetta hevur givið úrslit.