Støðan er katastrofal

Viðferðin, sum fólk við menningartarni og fjølbreki í Havn, fáa, er himmalrópandi, sigur Javni.

Í Havn búgva eini 60 fólk við menningartarni og fjølbreki í húsum, ið eru í so ringum standi, at tey eru klár at ríva niður, skrivar Javni í tíðindaskrivi.

 

Eftir at 9 búfólk fyri átta døgum síðani vóru flutt úr Eirargarði 16, nýtir Javni, felagið hjá fólki við menningartarni og familju teirra, nú høvið at varpa ljós á vánaligu umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu og fjølbrekaðu í Suðurstreymoy.

 

Í tíðindaskrivi skrivar felagið, at bústaðarviðurskiftini hjá limum felagsins í Suðurstreymoy eru katastrofal.

- Almannaverkið gjørdi saman við Landsverki tíðliga í fjør eina kanning av bústaðarviðurskiftunum hjá borgarum við serligum tørvi. Kanningin vísti, at støðan í Suðurstreymi er katastrofal! Út við 20 bústaðir eru í so vánaligum standi, at tað ikki loysir seg at gera ábøtur. Størsti parturin av hesum bústaðum hýsa fólki við menningartarni.

 

 

Felagið vísir á, at hesi níggju búfólkini eru flutt inn í onnur høli á Eirargarði, men ei heldur hesi hølið eru nøktandi, skrivar felagið.

- Bygningarnir á Eirargarði eru gamlir, ótíðarhóskandi og í sera ringum standi. At blíva við at pjøssa uppá hesar gomlu bygningarnar er eftir okkara metan tað sama sum at blaka almennan pening út ígjøgnum vindeyga - úrslitið blívur kanska fragari, men tað blívur ongantíð nøktandi. 

 

Javni óttast eisini, at fleiri evakueringar eru í væntu, tí umstøðurnar á Eirargarði eru so út av lagi vánaligar.

- Eirargarður 16 stendur á listanum hjá Almannaverkinum yvir bústaðir í Havn, ið eru í so ringum standi, at teir ikki eru hóskandi til fólk at búgva í. Allíkavæl búgva eini 60 fólk við menningartarni og fjølbreki í slíkum niðurslitnum húsum, og um einki verður gjørt við støðuna beinanvegin eru vit bangin fyri, at hetta ikki verður síðsta evakuering vit fara at síggja á hesum økinum. 

 

 

- Tað, sum búfólkini í Eirargarði 16 eru útsett fyri í hesum døgum er himmalrópandi, og vit vóna at tað fær landsins myndugleikar at vakna. Vit kunnu snøgt sagt ikki bjóða okkara veikastu borgarum slíkar vánaligar karmar. Hesi fólkini hava krav uppá ein virðiligan bústað, og Javni heitir staðiliga á landsins mynduleikar um at fara at byggja nýggjar og tíðarhóskandi bústaðir til fólk við menningartarni og fjølbreki í Suðurstreymi beinanvegin!