Støðan er álvarslig

Tað, sum er farið fram, kundi ikki farið fram í dag, heldur formaðurin í Fótbóltssambandi Føroya

Støðan í altjóða fótbóltssambandinum, FIFA, og evropiska fótbóltssambandinum, UEFA, er heilt álvarslig.

 

Tað ásannar Christian Andreasen, formaður í Fóbtóltssambandi Føroya

 

Bæði hann, og Virgar Hvidbro, varaforseti í Fótbóltssambandi Føroya, eru í Nyon í Sveis, har kreppufundur er í evropiska fótbóltssambandinum, nú forsetin har, Michel Platini, er burturvístur frá øllum fótbólti í tríggjar mánaðir, tí at illgruni er um, at hann hevur svikað við pengum.

 

Tað sama ger seg eisini galdandi fyri Sepp Blatter, forseta í altjóða fótbóltssambandinum, sum leingi hevur verið fyri hørðum atfinningum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Christian Andreasen greiða frá, hví hann ikki heldur, at tað, sum er hent áður, kundi hent nú á døgum, og hví hann heldur, at oddamenninir hanga í einum klønum tráði.