8 fólk á gongini á G4, einans við atgongd til wc, sum eisini verður brúkt av starvsfólki og gestum, og sjúklingur sum fær sterkan heilivág verður sendur til Klaksvíkar, tí Landssjúkrahúsið hevur stongt A3 vegna sparingar.
- - - -
Eg var so óheppin at hava brúk fyri bráfeingishjálp mánakvøldið. Kom tá at upliva høga professionella støðið hjá teimum, sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum. Tá tey høvdu tryggjað sær at eg fekk neyðuga hjálp, varð eg koyrdur upp á G4 fyri náttina.
Komin upp á deildina bað sjúkrarøktarfrøðingurin, sum tók í móti, orsaka at eg mátti liggja á gongini, tí har var onki pláss á seingjastovunum. Vaknaði týsmorgunin tá røktarstarvsfólkið gjørdu klárt til dagin, eg var komin at liggja beint út fyri vaktarstovuna, og kundi á tann hátt fylgja við í tí, sum skuldi takast hond um. Við at liggja har væl ballaður í songini, fekk ein knappliga fyrsta floks innlit í órímiligu arbeiðsumstøðunum, sum hava ført til so stóra ónøgd á Landssjúkrahúsinum.
Starvsfólkið verður sett í eina arbeiðsstøðu, har tey ikki hava møguleika til at veita eina tænastu og umsorgan, sum tey kunnu standa inni fyri. Økta talið av sjúklingum leggur eitt stórt trýst á starvsfólkini, tí tey skulu taka sær av munandi fleiri fólkum innan trongar karmar, og yvirbelegningurin hevur til dømis ført til, at tey eru noydd til at hava viðgerð av sjúklingum, eisini av persónligum slagi, í hospitalsgongini, og hetta er hvørki nøktandi fyri sjúklingar ella starvsfólk.
Eg kundi tíbetur koma heim týskvøldið, og vónaði at tað minkaði um plásstrotið fyri hinar sjúklingarnar. Onnur vóru ikki so heppin, eg frætti meira ella minni av tilvild at ein eldri maður, sum gongur móti teimum 90 árunum, bleiv sendur til Klaksvíkar Sjúkrahús, hetta meðan hann fekk sterkan heilivág, sum gjørdi at hann ikki var klárur í høvdinum. Kona hansara royndi at gerða starvsfólkunum greitt, at tað bar ikki til at senda hann norður, tí har hevði hon ikki møguleika fyri at vitja hann, og hann hevði heilt greitt brúk fyri hennara stuðuli. Har var bara onki at gera, maðurin, sum ikki var førur fyri at tala sína sak sjálvur, bleiv sendur norður til Klaksvíkar líka mikið hvat hon segði.
Tað er greitt, at neyðugur peningur ikki verður játtaður til rakstur, tá sjúkrahúsið ár um ár noyðist at steingja deildir í fleiri vikur fyri at spara, og tað er ein stór ábyrgd á herðunum á nýggju landsstýriskvinnuni fyri heilsumál, at fáa hetta í rætt lag, so har verða nøktandi umstøður á landssjúkrahúsinum. Virðismikil starvsfólk á so at siga øllum deildum siga upp, tí tey ikki longur kundi standa inni fyri umstøðunum, sum tey noyðast at arbeiða undir. Tey sum eftir eru mugu fáa eina vón um at støðan batnar. Tí vil eg heita á landsstýriskvinnuna í heilsumálum um at taka hetta álvarsmál upp skjótast gjørligt.