Stóðu spent og bíðaðu

Hetta er tíðin tá skúlar um alt landið gera klárt til næsta skúlaár. Ein týdningarmikil partur av tí, er at innskriva tey børnini, ið skulu fylla flokshølini næsta ár.


Í Tórshavnar kommunu varð í dag skipað fyri felagsinnskriving fyri allar skúlar, forskúlar og frítíðarskúlar í kommununi.


Tað sást eisini aftur í miðbýnum í høvuðsstaðnum í dag, har kommunan skipaði fyri innskriving til skúlarnar í Tórshavn, Hoyvík og Argjum í Reinsarínum í dag.


Bíðirøðin fyri at sleppa framat innskrivinga strekti seg út á havnargøtur, har børn og foreldur stóðu spent og bíðaðu.


Myndamaðurin hjá okkum var á staðnum og tók nakrar myndir, ið síggjast undir greinini.