Tá Summar Festivalurin er á skránni í Klaksvík, er talan samstundis eisini um kanska størsta camping-festival í Føroyum.
Aftur í ár verða hópin av camping-vognum at síggja í Klaksvík, og samanlagt hava á leið 200 campistat bílagt sær pláss. Flestu av hesum hava fingið pláss á nýggju útfyllingini, sum verður nýtt sum camping-økið, tá festivalurin er.
Á døgurða í gjár varð camping-økið latið upp, og tá høvdu nógvir vognar longu staðið fleiri tímar í bíðirøð, so sleppast kundi framat teimum bestu plássunum. Í nógvum vognum á økinum var myrkt aftur í gjárkvøldið, tí húsfólkið helst hevur onnur ørindi hetta til hósdagin, men í nøkrum teirra er bústaðurin hetta fram til sunnudagin longu fastur.