Skuldi nakar sum helst spenningur koma í finalustríðið í kvinnudeildini, so skuldi VB hava tvey stig í Vestmanna í dag.
Tað var eisini um reppið, at hetta eydnaðist, tí talan var alla tíðina um sera javnan dyst í Vestmanna.
Fyri steðgin var tað VB, sum hevði munin, men hesin var ongan tíð størri enn tvey mál. Eftir steðgin var tað VÍF, sum hevði besta hugin at fara avstað, men tjóðrið var stutt, og bara fimm minuttir fyri leiklok hevði VB strítt seg framum.
Tað eydnaðist tó ikki at halda fast. VÍF vann seinastu fimm minuttirnar 3-0, og so er eingin ivi um, at FM-finalan í kvinnuhondbólti fer at standa millum Kyndil og VÍF.
VÍF-VB 31-29 (12-14)