Stockholm: Lastbilur stolin og rent á fleiri bilar

- Løgreglan er manssterkt á hendingini, sum verður kannað sum drápsroynd.

Ein taxabilur varð í morgun árendur av lastbili í Stockholm, og síðani rýmdi lastbilurin frá staðnum. Ein persónur er komin til skaða. 

 

Løgreglan kannar málið sum eina drápsroynd, sigur Anders Byngelsson, vaktarleiðari í Stockholm. Sambært løgregluni rendi lastbilurin í taxabilin aftanífrá. Og sjaførurin í taxabilinum er komin til skaða. 

 

 

Hendingin fór fram á Götgatan i Södermalm. Lastbilurin koyrdi á staðið millum annað ímóti ferðsluni á einsrættaðari gøtu. Síðani fóru førarin úr lastbilinum. Ávegis rendi hann á fleiri bilar. 

 


Svenskt serlið hjá løgregluni er á staðnum, og løgreglan hevur eina tyrlu í luftini. Sambært óváttaðum miðlasøgum leitar løgreglan eftir føraranum av bilinum. 

 

 

Sambært Aftonbladet skal lastbilurin hava verið stolin frá einari fyritøku í sunnara partinum av Stockholm. Tað er tó ikki váttað av myndugleikunum enn. 

 

Vitnir á staðnum siga við blaðið, at tey í byrjanini hildu, at talan var um eitt terrorálop. Økið er avsperrað og har eru løgreglufólk og brandbilar á staðnum. Í apríl vórðu fimm fólk dripin, tá ið ein lastbilur rendi inn í fótgangarar og ein handil í Stockholm.

 

 

/ritzau/TT