Lastbilurin í Stockholm særdi trý børn undir álopinum í gjár. Eitt barn varð sera illa skatt, og er framvegis innlagt á sjúkrahúsið.
Les eisini: Sí video: Stockholm beint eftir álopið
Tað sigur yvirlæknin Johan Bratt við svenska SVT. 15 fólk vórðu særd undir álopinum í svenska høvusstaðnum í gjár, og harav eru 9 teirra framvegis innløgd á sjúkrahús. Í nátt vórðu seks av teimum særdu útskrivað av sjúkrahúsinum, sambært donskum og svenskum miðlum.
Les eisini: Hetta vita vit um álopið í Stockholm
Fýra fólk lótu lív í álopinum, sum hendi seinnapartin í gjár. Lastbilurin, sum rendi inn í mannamúgvuna, varð stolin stutt undan á einari síðu gøtu í nærumhvørvinum, og brotsmaðurin koyrdi síðani við høgari ferð beint inn í mannamúgvuna í stóru gongugøtuni í svenska høvuðsstaðnum, Drottninggata.
Les eisini: Hevði ikki væntað hetta
Fólk lupu fyri lívinum, og lastbilurin koyrdi fleiri hundrað metrar inn í fólkini, áðrenn hann endaði í Åhléns sentrinum. Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri terror, tí løgreglan heldur, at tað var hann sum koyrdi lastbilin. Hansara samleiki er enn ikki greiður.










