Eindarflokkurin, sum stendur á odda fyri stjórnini, fekk 24 prosent av atkvøðunum, vísa kanningar, sum eru gjørdar á valstøðunum.
Næststørstur verður Javnaðarflokkurin við 21 prosentum. Hesin flokkur hevur vanliga bæði russisktmælt valevni og veljarar.
Høgrakonservativa Tjóðarsamgongan sær út til at hava fingið eitt óvæntað gott úrslit við 19 prosentum av atkvøðunum.
Nevndu tøl byggja bara á fyribils kanningar, sum eru gjørdar, eftir at fólk hava verið og valt, men almenna valúrslitið verður væntandi almannakunngjørt í dag.